24/7 - tænastan





Bráðfengishjálp



Bráðfengistænastan hjá 2be hevur nú í nøkur á tryggja skjóta og góða hjálp til fólk sum hava tørv á bráðfengishjálp. Fyri mong hevur tað kenst trygt at skipanin er har, so tú altíð kanst fáa fatur á einum sálarviðgera um tørvur er á tí.

Tænastan er eitt samstarv millum góðkendar sálarviðgerðar.


24/7 Tænastan er ein tænasta, sum tryggjar tær bráðfeingis hjálp frá einum sálarviðgera innan 8 tímar. Tænastan er virkin allar vikudagar og alt samdøgrið. Vit kunnu øll koma út fyri hendingum ella í støður, har vit hava tørv á samrøðu við ein sálarviðgera skjótast tilber. Tá kann tað tykjast leingi at skula bíða í fleiri dagar eftir at sleppa framat. 2be hevur ment eina skipan, har til ber at fáa bráðfeingis hjálp frá einum góðkendum sálarviðgera; oftast innan 1-3 tímar og ongantíð longri enn 8 tímar.

Soleiðis bert tú teg at, um tú hevur tørv á bráðfeingis hjálp frá sálarviðgera: - Ring á telefon 22 23 38 - Um tað er upptikið ella ikki svarar, skriva so eini tekstboð. So ringja vit aftur til tín skjótast tilber