Hvussu?



Fyri meg er tað umráðandi at tú/tit sum koma til persónligar samrøður føla at tit verða møtt har tit eru, just við tí tit koma við. Eg takið støði í tí eg upplivi saman við tykkum, og vísi á hvat eg síggi, hoyri og upplivi sum so aftur kann skapa tilvitan um "blindar plettir" "fastlæstar støður/kenslur" o.s.v. Tilvitan opnar møguleikar og gevur eitt val við broytingum, sum tit verða stuðlaði í at takað við út aftur í gerandisdagin.



Orsøk?



Tað er ógjørligt at siga nær tað er ráðiligt at fáa ein professionellan at viðgera tína støðu saman við tær. Yvirhøvur haldi eg at tað er tá tú upplivir at okkurt í lívinum, ella teim sambondum tú er í, ikki er nøktandi, er órógvandi ella tú verður innheintað/ur av farnum hendingum. Sum dømir kann eg nevna: Einstaklingar: - Lágt sjálvsvirði - Nívandi hendingar í fortíðini sum ikki eru blivnar viðgjørdar - Sorg, tunglindi, fobiir, strongd, angist, trauma - Ilt við at seta mørk og/ella at fara eftir egnum tørvi - Sjúkueyðkenni ella kropsliga pínu uttan at nakað "feilar" - Eina kenslu av at verða fastlæst - Kreppa - Etingarólag - Bundin av alkohol, rúsevnum, heilivági ella øðrum

Pør: - Hugsanir/ætlanir um hjúnaskilna - Ósunnar ósemjur sum skapa frástøðu - Ónøgdsemi við samlívinum, ábreiðslur og væntanir sum ikki blíva nøktaðir. - Kreppa ella hendingar sum órógva sambandi

Familja: - Ósemjur sum eru truplar at viðgera - Børn vísa eyðkenni um at tey ikki trívast - Kreppa í familjuni