Um meg



Eg eiti Sigbritt við Neyst. Bleiv útbúgvin námsfrøðingur á seminarium í Esbjerg í 2001 og havi arbeitt sum dagrøktarleiðari í 4 ár. Í 2009 byrjaði eg útbúgvingina sum Gestaltterapeutiskur Sálarviðgeri og bleiv útbúgvin í juni 2013. Við síðuna av lestrinum sum Sálarviðgeri havi eg tikið BA í útviklingspsykologi (Human Develop) á universitetinum í Tartu í Estlandi.

Í 2019 tók eg eina TRE-provider útbúgving sum er ein kropps- og sálarligur viðgerðaháttur av trauma, strongd og kroppsligum órógvi.



Virðir



- Samtalur í trúnaði

- Virðing fyri ymiskleika

- Nærverandi samtalur

- Fordjúpan í avbjóðingum

- Engagement

- Kreativitetur

Møtast uttan fordøming